Nú í nakrar dagar hevur eitt uppslag verið at sæð á X, fyrrverandi Twitter, har søkt verður eftir fótbóltsspælarum til B36 komandi kappingarár.
Men eftir at FM1 hevur skrivað um hetta uppslagið fyrr í dag, so er uppslagið nú tikið niður av X.
Hetta hevur einki við B36 at gera. Vit kenna ikki viðkomandi, sigur forkvinnan í B36, Marita Debess Magnussen, í stuttari viðmerking.
Uppslagið á X sá soleiðis út:

Hetta uppslagið hevur verið at sæð í nakrar dagar, men er tikið niður í dag, eftir at FM1 skrivaði um hetta uppslagið