Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleyr hevur fótað sær – Dráttur einsamalt oddalið

Fleyr tykist nú at hava fótað sær eftir tryggan 3-0 sigur á Mjølnir, og á Giljanesi gjørdi Dráttur sína skyldu og vann á lættliga á Ternuni

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-19, 25-14)


Eftir trilvandi byrjan upp á kappingina, har Fleyr tapti fyri bæði Drátti og Mjølni, tykist havnarliðið nú at hava fótað sær eftir tryggan 3-0 sigur á Mjølni, sum aftur var mótstøðulið í gjárkvøldið.

Eftir at Mjølnir var undan fyrstu løtuna av dystinum, javnaði Fleyr til 6-6 og hugdi síðan ikki aftur um bak, og vann fyrsta settið 25-18 eftir blokk frá Óluvu Mohr.

Gaman í var eitt vet av spenningi í øðrum setti, tá Mjølnir bardi seg framum 10-8, eftir at hava verið aftanfyri 6-2. Men seks bóltar seinni var leiðslan farin fyri skeytið, og Fleyr var frammanfyri 14-10. Mjølnir javnaði aftur til 15-15, men enn einaferð dró Fleyr frá og megnaði hesa ferð at halda fast um leiðsluna og vinna settið 25-19.

Í triðja setti var aftur heilt stórur munur og Fleyr legði seg á odda 9-2. Eina løtu nærkaðist Mjølnir aftur, og munurin var bara trý stig, 15-12, tá smassjið hjá Fleyr fór í netkantin og út. Tá høvdu venjararnir hjá Fleyr sæð nokk og bóðu um leikbrá. Hetta gjørdi mun, og Mjølnir vann bara tvey stig eftir hetta, og serliga trupult var hjá teimum at fáa bilbugt við servunum frá Óluvu Mohr, sum servaði Fleyr frá 18-13 til 23-13, áðrenn Mirjam Glerfoss gjørdi tað til 25-13 við einum lobbi, sum Mjølnir ikki megnaði at fáa upp aftur.

Dráttur – Ternan 3-0 (25-11, 25-10, 25-18)
Á Giljanesi gjørdi Dráttur sína skyldu og vann á lættliga á Ternuni.

Í fyrsta setti fór Dráttur frá 4-3 upp á 11-3 eftir frálíkar servur frá Aleksandru Jørgensen, og settið varð vunnið 25-11.

Les eisini...  Magne Hoseth er koyrdur

Støðan gjørdist 14-2 í øðrum setti, og so var tað avgjørt. Aftur hesa ferð gjørdi Aleksandra um seg við servunum. Hon servaði ta fyrstu við støðuna 6-2 og helt á til 14-3. Settið var vunnið 25-10, og síðstu fýra servurnar átti 17 ára gamla Andreja Petrovic, dóttir vanjaralegenduna hjá SÍ.

Men so var alt vent á høvdið í triðja setti – í hvussu er eina løtu, tí Ternan legði seg á odda 6-1 og var á odda líka til 12-11. Tá hevði Dráttur aftur eina langa servirøð, sum Elin Ásvør Debes tók sær av, og Dráttur fór frá 8-12 upp á 14-12. So líðandi dragnaði millum liðini, og Dráttur vann at enda 25-18. Sigast skal, at hetta settið brúkt Dráttur nógvar leikarar, sum ofta ikki fáa so nógva tíð á vøllinum.

KÍF – TB 0-3 (15-25, 20-25 23-25)
Oddasessurin hjá KÍF undan dystinum ímóti TB kundi kanska sigast at vera eitt sindur bíliga keyptur, tí sigrarnir vóru komnir ímóti Ternuni og SÍ, sum ikki er, sum tað plagdi. TB skuldi hinvegin prógva, at meira búði í teimum eftir avsmurningin ímóti Fleyr, sum tó var merktur av, at TB var illa mannað.

Í Kollafirði leygardagin var tað heimaliðið, sum kom best frá byrjan og legði seg á odda 5-1, 8-4 og 13-11, men góða byrjanin fór tó fyri mutur og skutur, tá TB vann 9 stig á rað og legði seg á odda 20-13. Framúr servurnar átti Sharon Holm Haynes. Eitt serviess frá Ranju Magnussen – fimta servan á rað – gjørdi tað til 25-15.

Les eisini...  Sunnudagin klokkan 15 sigur FM1 beinleiðis frá 07 Vestur-B68 og ÍF-Víkingur

Í øðrum setti var søgan at kalla tann sama. KÍF legði seg á odda 14-10, men so kom kinkur á, og TB vann 8 av 9 teimum næstu stigunum og legði seg framum 18-15. KÍF menti seg aftur og kom upp á 20-21, men so vann TB rest og settið 25-20. Settbólturin var vunnin við blokki frá Sharon Holm Haynes.

Í triðja setti sá TB út til at fara at smyrja KÍF av, tá støðan gjørdist 19-11 og 21-14, men KÍF gjørdi eitt øgiligt comeback og javnaði til 22-22 og 23-23. TB fekk tó dystarbólt, og tá kiksaði servumóttøkan hjá KÍF, og TB vann 25-23.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnum:
Nr. Lið Dystir/Stig (settmunur)
1 Dráttur 3 / 8 (+7)
2 Fleyr 4 / 7 (+3)
3 TB 3 / 6 (+3)
4 KÍF 3 / 6 (+3)
5 SÍ 3 / 3 (-3)
6 Mjølnir 3 / 3 (-4)
7 Ternan 3 / 0 (-9)