Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útlendingur endaði í skeivari song

Maðurin var farin á dyr, tá løgreglan kom á staðið

Vit føroyingar eru mestsum heimskendir fyri ikki at læsa dyrnar, og tað kann viðhvørt føra til heldur løgnar støður.

Tað mátti ein maður í Havn sanna í gjár, tá hann vaknaði, og fór í gongd við sínar morgunrutinur. Komin út í gongina, leggur hann til merkis, at har standa einir skógvar, og so var ein jakki komin upp at hanga, sum hann ikki kendist við. Maðurin fer inn í gestakamarið, og har liggur ein maður og svevur, ið maðurin í húsinum ikki kendist við.

Maðurin vakti fremmanda mannin, men tað var torført at tosa við mannin, sum var komin inn í skeiv hús, og hevði lagt seg at sova har, tí hann tosaði ikki føroyskt, og virkaði eitt sindur óklárur við støðuna, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Maðurin í húsinum ringdi til Føroya Politi, ið kom á staðið, men tá hevði fremmandi maðurin sloppið sær á dyr, og var ikki funnin aftur.

Vaktleiðarin greiðir frá, at tað, at síggja til, var einki brotið inni í húsinum, og tí helst bara var ein drukkin útlendingur, sum hevði tikið feil av, hvar hann búði, so tað verður neyvan gjørt nakað meira við hetta málið.