Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Betri handilsavtala við ES: Danmark sigur eitt – ES ger nakað annað

- ES má eisini skilja, at tað hevur politiskar avleiðingar ikki at geva Føroyum eina betri handilsavtalu. Danmark tykist skilja tað - men avgerðin liggur í Brússel, segði Sjúrður Skaale við Mette Frederiksen í orðaskifti í Fólkatingi í gjár

Í orðaskiftinum í Fólkatingi í gjár, vildi Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, at svara um betri handilsatgongd til ES-marknaðin fyri føroyingar.

– Russland hevur eitt greitt politiskt mál við búskaparliga samstarvinum við Føroyar. ES má eisini skilja, at tað hevur politiskar avleiðingar ikki at geva Føroyum eina betri handilsavtalu. Danmark tykist skilja tað – men avgerðin liggur í Brússel, skrivar Sjúrður Skaale á sínum Facebook-vanga.

Videobrot frá orðaskiftinum sæst her:

https://www.facebook.com/jfolkatingi/videos/1096651311260245