Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kristian R. Davidsen kemur aftur til Føroya Tele

Kristian R. Davidsen tekur við starvinum sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024. Nevndin í Føroya Tele fegnast um, at fyrrverandi stjórin í samtakinum, ið hevur sera drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er sinnaður at taka eitt tørn aftrat

Kristian R. Davidsen, sum var samtaksstjóri í Føroya Tele árini 2006-2015, hevur seinastu átta árini verið stjóri í almenna grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass, og hann vendir í næstum aftur til Føroya Tele.

– Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga vitan um fjarskifti í fjarskotnum økjum, eftir at hann bæði hevur drúgvar royndir úr Føroyum og Grønlandi. Nevndin metir, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele næstu árini, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, í tíðindaskrivi.

Nevndarformaðurin leggur dent á, at Kristian R. Davidsen hevur røttu tøkniligu, búskaparligu og umsitingarligu førleikarnar, at hann hevur verið partur av stóru altjóða menningini á fjarskiftisøkinum seinastu 15 árini, umframt at hann hevur drúgvar royndir og holla vitan um samspælið millum ymisku áhugapartarnar á fjarskiftisøkinum.

Kristian R. Davidsen hevur harumframt alla tíðina verið partur av føroyskum vinnulívi, tó at hann hevur starvast í Grønlandi. Hann er nevndarlimur í BankNordik og nevndarformaður í Landsbyggifelagnum. Hann hevur eisini verið nevndarlimur í NEMA, har hann óbeinleiðis ígjøgnum annað felag hevur átt minnilutapartabrøv. Hesin nevndarsessurin hevur givið honum høvi at fylgja við gongdini á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

Kristian R. Davidsen gleðir seg til eitt tørn aftrat á Føroya Tele, har hann eisini treivst væl, tá boð vóru eftir honum úr Grønlandi at taka við avbjóðingunum, sum almenna grønlendska tele- og flutningsfelagið hevði.

– Eg fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya – bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at flyta samtakið víðari í fjarskiftistilgongdini, sum gongur við rúkandi ferð, sigur Kristian R. Davidsen.

Les eisini...  5G er tendrað

Í Grønlandi hevur hann staðið á odda fyri at útbyggja grønlendska fjarskiftisnetið fyri 800 milliónir krónur árini 2017-2020, og haraftrat er hann í holt við útbyggingar fyri eina milliard krónur, sum eru ásettar fyri tíðarskeiðið 2021-2024.

Tusass í Grønlandi hevur um hendi bæði fjarskifti, post og flutning á einum risastórum landaøki, umframt at felagið umsitur kritiskan infrastruktur fyri flogferðsluna, donsku verjuna og amerikansku verjuna.

Føroya Tele skal áhaldandi flytast frameftir í samsvari við tøknifrøðiligu menningina og krøvini til trygd. Nakrar av fremstu raðfestingunum hjá samtaksstjóranum verða at tryggja, at verkætlanir sum 5G og “Fipur til Heimið” í mest møguligan mun gagna brúkarunum, og at fjarskiftissambandið hjá Føroyum við útheimin verður ment.

Kristian R. Davidsen tekur ætlandi við sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024, tá hansara verandi starvsviðurskifti við Tusass eru endaliga avgreidd.