Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljubljana fingið nýggja heimasíðu – áskoðarar havt trupulleikar at keypa atgongumerki

– Hvussu kann hetta henda ein dag undan týdningarmikla evropeiska dystinum í morgin, spyr slovenskur netmiðil

– Tað kann ikki passa, men tað ger tað! Hevur tú sæð “nýggju” heimasíðuna hjá Olimpija? Hvussu kann hetta henda ein dag undan týdningarmikla evropeiska dystinum í morgin?

Soleiðis skrivar slovenski netmiðilin, Ekipa24, í samband við, at mótstøðuliðið hjá KÍ í annaðkvøld, Olimpija Ljubljana, hevur fingið nýggja heimasíðu, sum eftir øllum at døma ikki riggar eftir vild.

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Olimpija Ljubljana seinastu tíðina. Úrslitini hava ikki verið góð, og tí fekk liðið nýggjan venjara fyri nøkrum vikum síðan. Liðið tapti fyri KÍ fyri tveimum vikum síðan, og tað var eitt nýtt lágt punkt fyri slovenskan liðfótbólt, vóru skoðsmálini frá slovensku miðlunum, ið vóru í Føroyum í samband við dystin millum KÍ og Ljubljana á Tórsvølli, sum KÍ vann 3-0.

Í annaðkvøld hittast liðini aftur, men tað hevur gingið striltið hjá áskoðarunum at keypa atongumerki til dystin, tí Olimpija Ljubljana hevur fingið nýggja heimasíðu. Hetta hevði millum annað við sær, at tað ikki bar til at keypa atgongumerki gjøgnum heimasíðuna hjá felagnum, men heldur gjøgnum eina aðra atgongumerkjaheimasíðu, sum selir atgongumerki til ymiskt tiltøk – harav eisini til dystir hjá Ljubljana.

Sambært slovenska miðlinum, Ekipa 24, so hava áskoðarar hjá Ljubljana verið ónøgdir við, at tað ikki hevur verið møguligt at keypa atgongumerki upp á “vanligan hátt”, men heldur hava tey verið noydd at keypa gjøgnum eina aðra heimasíðu, sum eisini hevur ført við sær, at atgongmerkini eru dýrari, tí hesin veitarin tekur eitt eyka gjald fyri “tænastuna”, tá fólk skulu keypa atgongumerki.

Nú í kvøld riggar nýggja heimasíðan hjá NK Olimpija Ljubljana, og tað letur til, at atgongumerkjasølan gongur væl til Conference League-dystin í annaðkvøld. Á myndini niðanfyri eru reyði liturin seld atgongumerki.

Les eisini...  Nimbus Tópus & Ragnar Finsson í Tøting

Heimavøllurin hjá NK Olimpija Ljubljana, Stožice Stadium, tekur 16.100 áskoðarar, og varð tikin í brúk í 2010.

Nú riggar heimasíðan:

Men í nakrar dagar sá heimasíðan hjá Ljubljana soleiðis út: