Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yvirlit: Lutakast til Conference League dystirnar

Her er lutakastið millum Slovan Bratislava og hinar tveyararnar í Conference- og tríararnar í Europa League

KÍ vann seg ikki víðari luttøku í Conference League í bólki A, har Lille og Slovan Bratislava halda fram í kappingini.

Í dag hevur lutakast verið, hvussu liðini, sum endaðu nummar tvey í Conference League-bólkaspælinum, og liðini, ið endaðu nummar trý í bólkaspælinum í Europa League.

Vinafelagið hjá KÍ, Slovan Bratislava, skulu møta Sturm Graz úr Eysturríki.

Lutakastið sær soleiðis út:

Sturm Graz – Slovan Bratislava 
Servette FC – Ludogorets
Union St. Gilloise – Frankfurt 
Real Betis – Dinamo Zagreb
Olympiakos – Ferencvaros
Ajax – Bodø/Glimt
Molde – Legia
Maccabi Haifa – Gent

Vinnararnir av hesum dystum spæla seg víðari til áttandapartsfinalurnar, tá Lille og hinir bólkavinnararnir í Conference League bíða eftir vinnarunum av hesum áðurnevndu dystum.