Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir mans bjargaðir av útróðrarbáti

Báturin fór brádliga at leka

Klokkan 12.50 fekk MRCC eini boð um, at ein útróðrarbátur var farin at leka og tók nógvan sjógv inn. Báturin var tá staddur vestanfyri Sandoynna.

Tveir mans vóru umborð á útróðrarbátinum, og teir boðaðu sjálvir frá, tá tað gjørdist teimum greitt, at pumpan megnaði ikki at halda bátinum lens. Báturin var tá staddur fýra-fimm fjórðingar vestur úr Sandoynni.

Teir lótu seg í bjargingardraktir, men lukkutíð var tyrlan hjá Atlantsflog á flogi har nærhendis, so tað gekk skjótt at fáa menninar av bátinum, sum tí eisini sluppu undan at leypa á sjógv. Tá var klokkan 13:22.

Klokkan 13.38 var tyrlan á Landssjúkrahúsinum við monnunum, har teir fóru til nærri kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at menninir hava tað eftir umstøðunum gott.

Bjargingarbáturin hjá Tórshavnar Bjargingarfelag er hjá útróðrarbátinum, sum liggur tungur í sjónum.

Sjóvinnustýrið og aðrir myndugleikar hava fingið boðini, so nú verður kannað eftir, hví báturin brádliga fór at leka, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

MRCC skrivar, at Anru og Arun blivu báðir liggjandi hjá bátinum, sum seinni koppaði og lá við kjølinum uppeftir.

Ikki bar til at fáa pumpu umborð, av tí at líkindini vóru sera vánalig, so klokkan 15:30 var avgjørt at rýma frá tí koppaða bátinum.

– Orsakað av líkindunum og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin. Brimil var ávegis til eina sleipiuppgávu vestanfyri, tá ið boðini komu um lekandi bátin. Brimil setti kós móti neyðstadda, men vendi so seinni aftur móti sleipi uppgávuni, skrivar MRCC.

(Dagført klokkan 17:47)