Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Justin Jesso á OY Voxbotn 2024

Maðurin handan verðinshittið ‘Stargazing’ til Føroya

Navnið er møguliga ikki so kent í Føroyum, men sangirnir eru verðinshitt. Hann hevur samstarvað, skrivað og sungið sangir saman við Ricky Martin, The Backstreet Boys, Kygo, Armin Van Buuren og Michael Bolton.

Í 2017 útgav hann lagið ‘Stargazing’ saman við Kygo og gjørdist tað eitt av allar størstu hittunum í heiminum tað árið. Hann er ein stjørna, ið fleiri aðrar stjørnur standa í bíðirøð eftir at samstarva við, og við honum sum solo sangara fáa vit øll hittini í einum.

Tað er sera spennandi at hann nú kemur til Føroya, tí hann hevur verið á konsertferð kring allan heim og samstarvað við nøkrum av teimum allar størstu í tónleikavinnuni, hetta verður tí uttan iva ein uppliving, ið kemur at bjóða okkum á eina ferð til tindarnar í popp tónleiki. Úr Los Angeles í USA, til pallin mitt í Havn – Justin Jesso verður uttan iva ein av stóru løtunum til OY Voxbotn 2024.