Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Varðhaldsfongsling longd í fýra vikur

Ungu foreldrini, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskap móti barni skulu framhaldandi sita í varðhaldi

Tvey ungfólk sita í løtuni varðhaldsfongslað í einum rættiliga álvarsligum máli um harðskap, og Føroya rættur kom í gjár fram til, at tey skulu sita í varðhaldi í fýra vikur afturat.

Tað skrivar Portalurin.

Varðhaldsfongslingin gekk út í hesi vikuni, og Føroya rættur tók undir við at leingja fongslingina við fýra vikum.

Heri Andreasen, kanningarleiðari hjá løgregluni hevur ikki fleiri upplýsingar um málið í løtuni, sambært Portalinum.

Tað var fyri tveimum vikum síðan, at Føroya Politi handtók tvey fólk, sum vórðu framstillað í grundlógaravhoyring fyri afturlatnum hurðum, har tey vórðu varðhaldsfongslað, fyribils í 14 dagar.

Talan er um eitt álvarsligt harðskapsmál móti einum barni, sum hevur tað gott eftir umstøðunum.