Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bleiv álopin av krokodillu – beit hana og livdi

Avstralski bóndin Colin Deveraux, sigur seg verða hepnan at verða á lívi

Stórbóndin Colin Deveraux hevur verið innlagdur á sjúkrahús í ein mánaða eftir at hann bleiv álopin av eini 3,2 mtr langari krokodillu í Northern Territory í Avstralia.

Hann segði at hann bardist fyri lívinum og fekk bitið krokodilluna í eygnalokið.

Colin steðgaði við eitt vatn í umráðnum har hann var í gongd við at stika. Hann stóð og eygleiddi hópin av fiskum, sum svumu í miðuni av vatninum og tá hann vendi sær á og skuldi fara avstað, leyp krokodillan á og beit hann í høgra fótin og risti hann við øðiligari megi og hálaði hann út í vatnið.

Colin sigur við ABC news at hann royndi fyrst at sparka krokodilluna í síðuna beint áðrenn hann beit hana í eygnalokið. Tað var sum at bíta í leður og eg helt á til hon slepti mær. Eg leyp avstað niðan til bilin og krokodillan royndi at jagstra meg men steðgaði.. Hann legði so handklæði og bant um beinið við reipi fyri at steðga bløðingini. Síðan koyrdi beiggi hansara hann á Royal Darwin Hospital, einar 130 km frá staðnum, har krokodillan leyp á.

Krokodillurnar í umráðnum eru friðaðar. Í apríl mánaða í ár kostaði eitt krokodillu álop eitt mannalív og tað hendi í Kennedy River í Cape York Penisula í Queensland.

Kelda: bbc.com