Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimm mistu nummarpláturnar í nátt

Løgreglan heldur fram at taka nummarplátur av akførum, sum hava vegskattaeftirstøður

Í nátt hevur Føroya Politi aftur verið úti og klipt nummarspjøldur á akførum, ið hava vegskattaeftirstøður

Hesa ferð vóru tað fimm akfør, sum mistu nummarpláturnar.

Tað var í miðstaðarøkinum.

Annars er tað ikki nógv at skriva heim um hjá løgregluni – fyriuttan tað, at alt spældi væl av, tá ein útróðrarbátur fór at leka í gjár, og tveir mans vórðu fluttir av bátinum og til Landssjúkrahúsið til kanningar.

– Hetta er standard mannagongd, men menninir eru útskrivaðir og hava tað eftir umstøðunum gott, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Hann sigur eisini, at ein roynd varð gjørd at bjarga útróðrarbátinum, men tann royndin miseydnaðist, og soleiðis sum vaktleiðarin hevur skilt tað, so er útróðrarbáturin nú sokkin.