Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleiri enn 20.000 jarðskjálvtar síðani 25. oktober

Ein harður jarðskjálvti byrjaði á Reykjanes hálvoynni í Íslandi tíðliga í morgun. Harðasti jarðskjálvtin máldi 5 á Richter skalanum kl. 00.46 í morgun og er harðasti skjálvtin síðani ristingarnar byrjaðu 25. Oktober. Miðdepilin var vestanfyri fjallið Þorbjörn.

Íslandska veðurstovan sigur at umleið 200 skjálvtar eru skrásettir síðani á midnátt og eru fleiri ristingar væntaðar komandi tíðuna. Ristingarnar byrjaðu við eini styrki á 4.2 kl. 00.02 og merktist ristingarnar í býum og bygdum rundan um staðið. Umleið 10 minuttir seinni bleiv ein skjálvti máldur til 4.4. Her var miðdepilin við Sýlingafell og fylgdu fleiri smærri skjálvtar hesum. Annars verður lagt afturat at tað ikki sær út til at ristingarnar føra til eldgos í løtuni.