Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Nýggjasta oyggin í heiminum

Nýggjasta oyggin í heiminum kom undan kavi uttanfyri Japansku oynna Iwo Jima í Stilla Havinum.

Japanska veðurstovan sigur við CNN at ein ónevnd oyggj kom undan kavi av einum undirsjóvar eldgosi.

Tað var Japanska sjóverjan, sum tók myndirnar tá oyggin fekk skap 1. November.

Myndirnar vísa eitt lítið eldgos, sum sendir myrkan royk við øsku yvir lítlu oynna, sum nú er partur av oyggjasamfelagnum Ogasawara.

Japanska veðurstovan hevur skrásett smá eldgos í økinum síðani í fjør, men Earthquake Research Institute í University of Tokyo váttar at oyggin bleiv til 30. Oktober.

Setsuya Nakada, professari í gosfjallafrøði, sigur við Japan Times at groyti (magma) hevði hópað seg upp undir vatnskorpuni í eina tíð inntil tað nú kom undan kavi.

Oyggin liggur umleið 1200 km frá Japanska meginlandinum í ein sunnan og ein km frá oynni Iwo Jima, sum hevði nakrar av teimum harðastu stríðnum  í 2. Heimsbardaga.