Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Neistakvinnur til Portugal

Kvinnurar hjá Neistanum skulu spæla tveir evropeiskar dystir komandi vikuskiftið

Í hesari vikuni er aftur spennandi europeiskur hondbóltur á skrá. Hesa ferð eru tað neistakvinnur, sum skulu spæla í triðja umfari í European Cup.

Avbjóðandi mótstøða bíðar í Portugal, har tær møta Sport Lisboa e Benfica. Báðir dystirnir verða leiktir á útivølli í Lissabon.

Fyrri dysturin verður leygardagin klokkan 13, føroyska tíð, og seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14, føroyska tíð.

Kelda: hsf.fo