Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

75 ára dagur hjá Giktafelag Føroya

Tiltakið, sum var leygardagin í farnu viku í Lívdini í Hoyvík

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin at seta alment tiltak hjá Giktafelag Føroyar. Tiltakið, sum var leygardagin í farnu viku í Lívdini í Hoyvík, var hildið í sambandi við, at felagið fylti 75 ár fyrr í ár.

Í røðuni kom landsstýriskvinnan inn á, at viðgerð fyri giktsjúku er ment nógv gjøgnum árini, og at útlitini fyri framtíðina eru góð. Landsstýriskvinnan heiðraði eisini Giktafelagnum fyri týdningarmikla arbeiðið, felagið ger fyri limirnar og fyri samfelagið sum heild.

Øll røðan kann lesast her.