Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna endurrindar parkeringsbøtur í Gundadali

Nú ber til at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringbøtum, tú hevur fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023

Hevur tú fingið parkeringsbót í Gundadali í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2021 til 15. september í ár, so ber nú til at fáa hesa parkeringsbót endurrindaða frá Tórshavnar kommunu.

Til tess at fáa bótina endurrindaða, so skal ein umsókn fyllast út til kommuna, har millum annað bót og kvittan fyri, at bótin er goldin, skal viðfestast.

Tórshavnar kommuna sigur, at ber tað ikki til at finna upprunaligu bótina, so kunnu fólk útvega sær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni.

Niðanfyri er leinki til talgilt umsóknarblað frá Tórshavnar kommunu at fylla út.

– Saman við kravdum upplýsingum, so sum navn og kontonummar, skal umsøkjari viðfesta bótina og kvittan fyri, at bótin er goldin. Ber ikki til at finna upprunaligu bótina, mást tú útvega tær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar 2024.

Trýst á leinkið niðanfyri og fyll kravdu teigarnar út.

Umsókn um afturrindan av parkeringsbót