Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú búgva stívliga 54.500 fólk í Føroyum

Fólkatalið er vaksið við 554 fólkum seinasta árið

Fólkatalið veksur framvegis við somu lágu ferð, sum vit hava sæð í ár og i fjør. Seinasta árið kom árligi vøksturin niður á 1,0% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðir. Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 202 fólk og eini nettoflyting á 352 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað – eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí fyribils at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

Minkandi deyðatal økir um burðaravlopið

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin í seinastuni. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

Ikki-danskir ríkisborgarar økja um fólkatalið

Samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, er nógv broytt. Um vit samanbera seinasta árið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá. Seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum. 

Les eisini...  Jørgen: Órímiligt og óskiljandi

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Klaksvíkar og Nes kommunu. Síðani í Runavíkar kommunu og Eysturkommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Saltangará, Hoyvík og Klaksvík. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2022 og 2023. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

okt 2022 – okt 2023

 oktobermunur
 20222023persónar%
Tilsamans53.96854.5225541,0
Fugloyar kommuna3742513,5
– Hattarvík1013330,0
– Kirkja272927,4
Viðareiðis kommuna345343-2-0,6
– Viðareiði345343-2-0,6
Hvannasunds kommuna412423112,7
– Depil75-2-28,6
– Hvannasund24424952,0
– Múli000
– Norðdepil158168106,3
– Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4195.479601,1
– Klaksvík5.0315.090591,2
– Árnafjørður6663-3-4,5
– Norðoyri158155-3-1,9
– Ánirnar5150-1-2,0
– Mikladalur252728,0
– Trøllanes1817-1-5,6
– Svínoy293126,9
– Húsar3439514,7
– Syðradalur, Kalsoy7700,0
Kunoyar kommuna145155106,9
– Haraldssund65751015,4
– Kunoy808000,0
Fuglafjarðar kommuna1.6201.645251,5
– Fuglafjørður1.6081.633251,6
– Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2652.302371,6
– Leirvík1.0291.055262,5
– undir Gøtueiði3532-3-8,6
– Gøtugjógv5552-3-5,5
– Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
– Norðragøta653650-3-0,5
– Syðrugøta489509204,1
Nes kommuna1.4801.535553,7
– Nes, Eysturoy369361-8-2,2
– Saltnes152164127,9
– Toftir9591.010515,3
Runavíkar kommuna4.3174.367501,2
– Oyndarfjørður132126-6-4,5
– Elduvík151616,7
– Funningsfjørður6160-1-1,6
– Æðuvík10898-10-9,3
– Glyvrar460477173,7
– Lamba161148-13-8,1
– Rituvík32733141,2
– Runavík588578-10-1,7
– Saltangará1.1041.171676,1
– Skipanes545400,0
– Søldarfjørður361350-11-3,0
– Lambareiði911222,2
– Skála75376070,9
– Skálafjørður13413953,7
– Funningur5048-2-4,0
Sjóvar kommuna1.1801.212322,7
– Innan Glyvur8785-2-2,3
– Kolbeinagjógv3236412,5
– Morskranes3425-9-26,5
– Selatrað414324,9
– Strendur9861.023373,8
Eiðis kommuna80781250,6
– Eiði72272640,6
– Ljósá363600,0
– Svínáir495012,0
Sunda kommuna1.8161.834181,0
– Norðskáli326318-8-2,5
– Oyrarbakki169166-3-1,8
– Oyri1661841810,8
– Gjógv2428416,7
– Haldórsvík119114-5-4,2
– Langasandur4643-3-6,5
– Tjørnuvík4746-1-2,1
– Saksun111100,0
– Hvalvík25525720,8
– Nesvík000
– Streymnes32733361,8
– Hósvík32633482,5
Tórshavnar kommuna22.92923.1832541,1
– Kollafjørður825823-2-0,2
– Oyrareingir4038-2-5,0
– Signabøur153152-1-0,7
– Argir2.5072.522150,6
– Tórshavn13.87314.0641911,4
– Kaldbak251246-5-2,0
– Kaldbaksbotnur87-1-12,5
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes10110655,0
– Hoyvík4.5684.630621,4
– Norðradalur109-1-10,0
– Syðradalur, Streymoy8800,0
– Kirkjubøur8281-1-1,2
– Velbastaður25725920,8
– Hestur1715-2-11,8
– Koltur000
– Nólsoy228222-6-2,6
Kvívíkar kommuna59560161,0
– Kvívík39039882,1
– Leynar11011110,9
– Skælingur131300,0
– Stykkið333526,1
– Válur4944-5-10,2
Vestmanna kommuna1.2571.280231,8
– Vestmanna1.2571.280231,8
Vága kommuna2.1722.195231,1
– Sandavágur1.0001.025252,5
– Miðvágur1.1321.125-7-0,6
– Vatnsoyrar4045512,5
Sørvágs kommuna1.2431.233-10-0,8
– Sørvágur1.1431.137-6-0,5
– Bøur7370-3-4,1
– Gásadalur121318,3
– Mykines1513-2-13,3
Skopunar kommuna46947340,9
– Skopun46947340,9
Sands kommuna519535163,1
– Sandur519535163,1
Skálavíkar kommuna13013443,1
– Skálavík13013443,1
Húsavíkar kommuna104101-3-2,9
– Dalur3433-1-2,9
– Húsavík6058-2-3,3
– Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3931-8-20,5
– Skúgvoy2926-3-10,3
– Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna670649-21-3,1
– Hvalba602583-19-3,2
– Sandvík6866-2-2,9
Tvøroyrar kommuna1.7621.748-14-0,8
– Froðba287278-9-3,1
– Trongisvágur526525-1-0,2
– Tvøroyri861860-1-0,1
– Ørðavík2824-4-14,3
– Ørðavíkslíð606111,7
Fámjins kommuna797900,0
– Fámjin797900,0
Hovs kommuna10310632,9
– Hov10310632,9
Porkeris kommuna332322-10-3,0
– Porkeri332322-10-3,0
Vágs kommuna1.3781.371-7-0,5
– Vágur1.3781.371-7-0,5
Sumbiar kommuna344332-12-3,5
– Lopra8072-8-10,0
– Sumba251248-3-1,2
– Víkarbyrgi000
– Akrar1312-1-7,7

Kelda: Hagstova Føroya