Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Øra Skøra – tiltak um innræsnar plantur

Á tiltakinum sum verður í Løkshøll 15. november kl. 19.00 fara, serfrøðingar at greiða frá um innræsnar plantur bæði á altjóða støði og í Føroyum, umframt at geva praktiska vegleiðing í, hvussu innræsnu planturnar kunnu basast

Vit kenna hana øll – ljósagrøna plantan, sum hóast sín vakurleika, ger meira skaða enn gagn.  Ein nýggj altjóða frágreiðing hjá IPBES vísir, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni. Innræsnar plantur gera um seg kring allan heimin – og vit síggja tær eisini í Runarvíkar kommunu og aðrastaðni í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia.

Mikukvøldið 15. novembur fer Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu at odda at varpa ljós á evnið við einum almennum tiltaki í Løkshøll. Á tiltakinum, sum eitur ”Øra skøra”, fara serfrøðingar at greiða frá um innræsnar plantur bæði á altjóða støði og í Føroyum, umframt at geva praktiska vegleiðing í, hvussu innræsnu planturnar kunnu basast. Aftaná verður pallborðskjak, og høvi verður at seta serfrøðingunum spurningar úr salinum.

Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda seg til

Orðstýrari er Sigrid J. Dalsgaard

Skrá

Kl. 19.00 – Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, bjóðar vælkomin

Kl. 19.15 – Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni um nýggja altjóða frágreiðing (IPBES) og borgaraluttøka í stríðnum ímóti  innræsnum plantum.

Kl. 19.30 – Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum um innræsnar plantur í Føroyum

Kl. 19.45 – Steðgur

Kl. 20.00 – Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt og Búgvi Róin frá Vága kommunu um ávikavist fyribyrging og týning av innræsnum plantum

Kl. 20.15 – Pallborðskjak og spurningar úr salinum.

Við pallborðið sita: Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni, Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum, Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt, og Búgvi Róin frá Vága kommunu.

Les eisini...  Løgmaður: Góða eydnu í Berlin

Kl. 21.00 – Liðugt