Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tiltak og serframsýning á Tjóðsavninum á Altjóða Kvinnudegnum

8. mars verður tiltak og serframsýning á Tjóðsavninum á Altjóða Kvinnudegnum

Tiltakið hátíðarheldur Altjóða kvinnudagin, 8. mars, við spennandi framløgum um føroysku kvinnurnar, ið ikki fylla nógv í føroyskari søguskriving ella á søvnum, hóast teirra lutur ikki liggur eftir.

Framløgurnar spenna víða um í søgu, fornfrøði og fólkalívi.

Serframsýningarnar seta sín dám á dagin við at lýsa stóra fjølbroytnið, vitanina og treisknið hjá føroysku kvinnuni.

“Samrøður við fiskagentur”
Serframsýningin hevur fingið heiti “Samrøður við fiskagentur”.

Serframsýningin lýsir fiskagenturnar og lív teirra við egnum orðum.

Kennir tú til arbeiðslív og gerandisdag teirra?

Hava tær fingið viðurkenning fyri arbeiði og ískoyti sítt til fiskivinnuna?

Serframsýningin er skipað av Tjóðsavninum og Biritu Matras Petersen. Birita hevur verið starvsnæmingur á Tjóðsavninum í 2023.

“Til lukku, Barbie”
9. mars verður heimskenda Barbiedukkan 65 ár.

Hetta hátíðarhalda vit við eini serframsýning við Barbiedukkum og tilhoyri.

Barbie hevur verið evni til íblástur, dreymar, móta og kjak, síðan hon kom á handilshillarnar.

Millum annað hevur kjak verið um, um Barbie er feminist.

Hvat heldur tú?

“Føroyska kvinnan – loyst úr lagdi”
Lesur tú eldri greinar úr Tingakrossi ella Dagblaðnum, lesur tú um føroysku kvinnuna, ið fylgdi væl við mótanum úti í heimi og mangan bleiv løgd undir at velja parisaramótan fram um heimligu føroysku klæðini úr ull.

Tjóðsavnið sýnir fram pløgg, ið IKKI eru úr føroyskari ull.

“Holymynstur – myndir siga meira enn túsund orð”
Føroyska kvinnan er ring at lýsa, tí hon sæst ikki aftur í skrivligu keldunum – sigst. Henda orðingin er vorðin sum eitt bindingarmynstur gjøgnum føroysku søguna – kvinnutilveran er sum eitt holmynstur at kalla. Kunnu vit góðtaka føroysku søguna sum eina fullfíggjaða heildarmynd, tá føroyska kvinnan er ósjónlig?

Les eisini...  Ummæli: "Nú vísir seg Rutt uttan filtur"

Myndasavn Tjóðsavnsins er fult av myndum av føroyskum kvinnum í sínum lønta og ólønta arbeiði, til gaman og álvara, til gerandis og fínt.

Skráin sær soleiðis út:

Rannvá Winkler bjóðar vælkomin

Framløgur

”Við teirra egnu orðum”
Framløga við Biritu Matras Petersen, søgulesandi á Fróðskaparsetrinum, um kvinnuliga umboðan og um serframsýningina ”Samrøður við fiskagentur”.

“Kvinnan í fokus: siðbundnir leiklutir í fornfrøði?”
Framløga við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingi, um hvat er at finna um kvinnur í fornfrøðiligum tilfari.

“Tú, sum hevur so opið eyga fyri vakurleika náttúrunnar”
Framløga við Margrethu Nónklett, fólkalívsfrøðingi, um savnskvinnuna Petru Djurhuus og fjøltáttaða arbeiði hennara á savnsøkinum frá síðst í 1920-árunum og fram til 1960-árini.

Tiltakið verður frá kl. 16 til kl. 17:30, og verður hildið í hølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík. Tjóðsavnið bjóðar brúsandi løg og søtar munnbitar.

Ókeypis bussur fer av Tjóðsavninum kl. 17:30 til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har eisini verður skipað fyri 8. mars tiltaki.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.