Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fríggjadagin var reisigildið á Sankta Frans Skúla

Nú er komið eitt fet nærri einari hádeild á Sankta Frans Skúla í Havn

Fríggjadagin í farnu viku var reisigildið hildið á Sankta Frans Skúla, har hádeildin skal halda til.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari á, at tað leingi hevur verið ynski frá Sankta Frans Skúla, at fáa eina hádeild.

Tí fegnaðist borgarstjórin um, at ynskið nú verður uppfylt.

Ætlandi er, at hádeildin skal verða liðug, tá komandi skúlaár byrjar.

Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.

Bygningurin er umleið 1.100 fermetrar, og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á.

Sankta Frans Skúli byrjaði sítt virksemi fyri 90 árum síðan.

Kelda og myndir: Tórshavnar kommuna