Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hørð grafisk skaldsøga um ein ringan barndóm

Sunnudagin, 19. november, kl. 14, verður danski rithøvundurin og teknarin, Allan van Hansen, á Bókadøgum, har hann fer at greiða frá grafisku skaldsøgu sínari, Underlevet, sum er ein hørð og poetisk søga um lívið aftaná seksuella misnýtslu

Tey, ið hava verið fyri seksuellari misnýtslu verða mangan rópt sterk, á donskum (en overlever), men høvuðspersónurin í donsku grafisku skaldsøguni, Underlevet, heldur ikki, at hetta er hóskandi lýsing av sær sjálvum. “Hvis noget har jeg underlevet”, sigur hann.

Sunnudagin, 19. november, kl. 14, verður danski rithøvundurin og teknarin, Allan van Hansen, á Bókadøgum, har hann fer at greiða frá grafisku skaldsøgu sínari, Underlevet, sum er ein hørð og poetisk søga um lívið aftaná seksuella misnýtslu.

Underlevet snýr seg um Klaus, sum heldur seg fyri seg sjálvan og býr einsamallur í einum kolonihavahúsum. Gjøgnum alt lívið hevur hann havt trupult við at hava eitt fast tilhald, og hann er fluttur úr staði í annað 22 ferðir. Hann stríðist við relatiónir og skúgvar fólk frá sær. “Jeg lever, men jeg kan ikke leve frit eller fuldt”, sigur hann.

Grafiska skaldsøgan, Underlevet, er um skuldarkenslu og skomm, pínu og angist, og um sár á sál, sum forðar fyri at liva lívið til fulnar. Underlevet vann Ping-virðislønina 2023 fyri bestu donsku teknirøð.

Allan van Hansen, sum er maðurin handan Underlevet, vitjar á Bókadøgum, har hann fer at greiða frá, hvussu tað er at arbeiða við evnum, sum eru tapu, og at skapa eitt verk, sum snýr seg um at viðgera barndómstrauma.

Tiltakið er á donskum og er ókeypis.