Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dráttur framvegis ósigrað

Eftir at Fleyr hevði fingið fyrstaplássið í Føroya-Teledeildini til láns leygardagin við greiðum sigri á Ternuni, vann Dráttur plássið aftur sunnudagin við sannførandi sigri á TB

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Dráttur – TB 3-0 (25-15, 25-22, 25-16)
Gaman í er lítið runnið av kappingini enn, men sum úrslitini hava verið higartil, verður eingin kløkkur, um Dráttur stendur í FM-finalunum í apríl. Seinast Dráttur var í FM-finalunum, var í 2021, tá tær taptu 17-15 fyri SÍ í gullsettinum í dramatisku og minniligu seinnu FM-finaluni.

Sunnudagin var tó lítil dramatikkur, tá oddasessurin stóð upp á spæl á Giljanesi, og bert í øðrum setti beit TB frá sær og var á odda fyrra helmingin, til Dráttur javnaði til 12-12 og fór framum 18-15. Við fimm stigum á rað fór TB tó framumaftur 20-18, men gleðin var stokkut, tí Dráttur gjørdi teimum kynstrið eftir, og so var Dráttur brádliga frammanfyri 23-20. Settið vann Dráttur 25-22, tá TB smassjaði settbóltin út.

Í fyrsta setti fall avgerðin alt fyri eitt, tá heimaliðið legði seg á odda 12-4, áðrenn settið varð vunnið 25-15. Triðja settið var meinlíkt, hóast TB miðskeiðis í settinum bara var aftanfyri 10-12, men so vann Dráttur aftur fimm stig á rað, og so gekk skjótt upp í 25-16.

Fleyr – Ternan 3-0 (25-10, 25-9, 25-15)
Fleyr fekk oddasessin til láns í eitt samdøgur eftir lættan sigur á Ternuni leygardagin, har tað mest sum var einvegis ferðsla – ikki minst í øðrum setti, har Fleyr legði seg á odda 16-0! Servurnar átti Brynja Jákupsdóttir. Hini bæði settini vann Fleyr lættliga 25-10 og 25-15.

Viðvíkjandi servum kann til stuttleika nevnast, at í U-19 landsdysti ímóti Gibraltar fyrrárið, servaði Janna Falkvard 25 servur á rað, tá Føroyar vunnu 1. sett 25-0!

Næsta styrkiroyndin í landskappingini millum Drátt og Fleyr verður ikki fyrr enn 4. februar. Ta fyrstu vann Dráttur 3-2 fyri einum mánaði síðan. Tó møtast liðini í bólkaspælinum í steypakappingini 6. januar.

Les eisini...  Búskapurin er væl fyri - í løtuni


SÍ – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 25-19)
Eftir annan 3-0 sigurin upp í slag er SÍ so smátt farið at klintra upp eftir stigatalvuni. Mjølnir, sum byrjaði árið við buldri og braki við sigri á Fleyr, tykist hinvegin at hava rent seg í mótgongd og hevur nú tapt tríggjar dystir á rað.

SÍ var væl betri frá byrjan til enda og legði seg tíðliga á odda við nógvum stigum í hvørjum setti, og ongantíð vóru settini í vanda eftir tað. Í Sørvági fegnast tey um at Inga Helena Henriksen var við aftur fyri fyrstu ferð í ár, tí hon styrkir munandi um liðið.

Støðan, Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Lið Dystir Stig (Settmunur)
Dráttur 4 11 (10)
Fleyr 5 10 (6)
KÍF 3 6 (3)
Mjølnir 4 3 (-7)
SÍ 4 6 (0)
TB 4 6 (0)
Ternan 4 0 (-12)