Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kaj Leo: Prísurin á heilivági ikki hækkast

Eg helt, at tað var moralskt skeivt at hækka prísin á heiligvági, tá eg sat sum heilsumálaráðharri, tí tók eg uppskot aftur í 2020, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Ja, tað er rætt …. eg helt tað var moralskt skeivt at hækka prísin á heiligvági, tá eg sat sum heilsumálaráðharri, tí tók eg uppskot aftur í 2020 – tað hildu C og E eisini tá.

Eg haldi framvegis, at tað er skeivt at hækka prísin av heiligvági – tað halda C og E ikki longur.

At hækka egingjaldið við 100% úr 500 kr. upp í 1.000 kr., áðrenn íkast hjá Heilsutrygd tekur við, og harafturat at hækka markið fyri, nær Heilsutrygd veitir 100% ískoyti úr 2.700 kr. upp í 8.000 kr., er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við sjúku.

So eg vil við hesum heita á samgonguna um at taka rokningina aftur !

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin