Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kemur triðja staklagið á komandi LP´ini hjá Deiggj TÍÐ   

Hesa ferð er talan um sangin í Kom lat okkum dansa, sum kemur út týsdagin 14. november 2023

Triðja staklagið á komandi LP´ini hjá Deiggj, TÍÐ, kemur út í dag   

Hesaferð er talan um sangin í “Kom lat okkum dansa”, sum kemur út týsdagin 14. november 2023.

Lagið verður at hoyra á Spotify og Apple Music, Youtube o.ø. tónleikapallum. 

Nýggi sangurin Kom lat okkum dansa snýr seg um horvnan kærleika og at royna finna stevið aftur og njóta lívið saman, dansa og syngja, ístaðin fyri sita og stúra, skeldast ella gremja seg .

Fróði Vestergaard syngur sangin saman við Jensinu Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Barbaru á Tjaldrafløtti og Páll Lave. Fróði Vestergaard eigur lagið og teksturin er skrivaður av Jógvan Andreas Joensen og Fróða Vestergaard, við í blástri frá einum teksti hjá danska Poul Kroon.

Deiggj geva út eina nýggja LP
Deiggj hava í longri tíð arbeitt miðvíst við einari LP plátu, ið júst ber heitið TÍÐ. Á plátuni eru 9 føroysk løg. Við hvørjari lp fylgir eisini við ein fløga, sum liggur inni í plátuhúsanum.  Higartil eru komnir út tveir sangir  “Hví grætur tú”, har  Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur og lagið Í Viðarlundini.  Sangurin Hví grætur tú varð av lurtarum hjá KVF valdur sum nummar 2 til Ársins útvarpshitt 2022

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin.

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Síðan hevur Benjamin Petersen tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen havastaðið fyri framleiðsluni. Nýggja plátan er á veg til Føroyar og meira verður at frætta seinni um plátuna.