Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórin í HSF sagt seg úr starvi

Hondbóltssamband Føroya skal hava nýggjan stjóra. Núverandi stjóri, Hans Jón Thomsen, hevur boðað frá, at hann sigur seg úr starvi

Hondbóltssamband Føroya skal hava nýggjan stjóra, nú Hans Jón Thomsen hevur boðað frá, at hann sigur seg úr starvi.

Tí verður nú lýst eftir nýggjum stjóra.

Hans Jón Thomsen sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, at:

– Hetta seinasta árið, ið eg havi sitið sum stjóri, hevur verið serstakliga spennandi og avbjóðandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari.

Hans Jón Thomsen heldur fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið í januar ella til nýggjur stjóri er settur.

Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.