Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyskt verður javnsett við danskt í danska filmsgrunninum

Danska filmsavtalan er júst løgd fram og áheitanin frá 30 filmsfólkum úr Føroyum og Grønlandi er gingin á møti, so nú er føroyskt og grønlendskt javnstillað við danskt mál

30 filmsfólk úr Føroyum og Grønlandi hava heitt á Fólkatingið, at at tað skal vera gjørligt hjá filmsframleiðarum at søkja um stuðul frá Dans Film Institut, DFI, til verkætlanir á føroyskum og grønlendskum á jøvnum føti við aðrar, danskar framleiðslur.

Danska filmsavtalan er júst løgd fram og áheitanin er gingin á møti.

Tað merkir, at verkætlanir á føroyskum og grønlendskum skulu tí ikki longur verða roknaðar sum framleiðslur við fremmandamáli og fáa noktandi svar uppá stuðul orsakað av mentanarligum, landafrøðiligum ella málsligum ávum.

Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini hava arbeitt fyri, at málini í ríkisfelagsskapinum verða javnsett.

– Eg fegnist um, at áheitanin frá filmsfólkunum er gingin á møti og at donsk filmsframleiðsla framyvir rúmar føroyskum og grønlendskum. Talið av framleiðslum á føroyskum og grønlendskum er vaksandi og tað er tískil umráðandi, at hesar framleiðslur hava bestu treytir at søkja um stuðul fyri at fáa framt hesar verkætlanirnar, skrivar Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, í tíðindaskrivi.

– Takk til Filmshúsið í Føroyum, Tinu Wagner, Dansk Filminstitut, Andrias Høgenni, fyrrverandi og verandi danska mentamálaráðharra og hinar tríggjar norðuratlantisku limirnar á fólkatingi, skrivar Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, á sínum Facebook-vanga.