Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Búskapur & Vinna: Effo frælsisger elmarknaðin til gagns fyri brúkaran

Í fleiri ár hava privatu orkuveitararnir eftirlýst eina frælsisgerð av elmarknaðinum, soleiðis at monopolstøðan hjá SEV mótvegis kundunum verður brotin. Við milliardaíløguni í Eysturlundina í Lambavík tekur Effo málið í egnar hendur við at taka størsta einstaka elkundan frá SEV

Í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld er evnið grøna orkuskiftið og leikluturin hjá privatu orkufeløgunum í hesum skiftinum. Sambært veðurlagspolitikki landsins skulu Føroyar vera heilt grønar í orkunýtsluni á landi í 2030. Men tað er serstakliga langt eftir á mál, tá Føroyar framvegis eru millum mest dálkandi samfeløg í heiminum mált upp á útlát fyri hvønn íbúgva. At elektrifisera orkunýtsluna og á tann hátt flyta seg frá dálkandi orkukeldunum er høvuðsætlanin.

Í fjør gjørdi táverandi landsstýrismaðurin í umhvørvismálum Magnus Rasmussen sonevnda semjuskjalið við kommunurnar, sum eiga og vara av SEV. Núverandi samgonga valdi at halda fast í semjuskjalið og er í ferð við at fyrireika ætlaðu broytingarnar í elveitingarlóggávuni. Harumframt hevur landsstýriskvinnan í orkumálum sett ein arbeiðsbólk við umboðum frá embætisverkinum og kommununum, sum skal arbeiða við at fáa ein marknað at virka, soleiðis at privatu orkuveitararnir kunnu fáa ein leiklut í ætlaða grøna orkuskiftinum.

Herfyri tjóðstartaði orkufelagið Effo tó hesa tilgongd við at kunngera ætlanir teirra um at byggja Eysturlundina við eini røð av vindmyllum, sum skulu veita orku til vinnulívið uttanum elkervið hjá SEV. Millum annað týdningin av hesum fara vit at umrøða við Gunnar Nielsen, stjóra í Effo, og Finn Jakobsen, stjóra í Magn.

“SEV klárar ikki at lyfta uppgávuna við at sjálv, men vinnukundarnir hava leingi eftirlýst grønum orkuloysnum” greiðir Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, frá í samrøðuni. “Vit hava lurtað eftir vinnukundunum og fyrireika hesa verkætlan, har vit hava valt eitt hóskandi øki í Lambavík til at byggja eina nýggja stóra vindmyllulund, har eitt elnet skal gerast til Havsbrún í Fuglafirði.”

Les eisini...  Håkan Ericson ávaraði polakkar á tíðindafundinum

Greitt er, at Havsbrún er ein av størstu einstøku vinnukundunum hjá SEV. Samstundis er fóðurframleiðsluvirkið í Fuglafirði eisini ein av heilt stóru brúkarunum av dálkandi tungolju til teirra orkunýtslu. Tí er talan um eitt stórt stig á grønu leiðini, nú vindmyllur skulu setast upp á vestursíðuni í Lambavík. Talan er um eina orkulund á 100 MW, ið er sami máttur sum samlaða streymframleiðslan úr øllum orkukeldum í Føroyum í dag. Talan er sostatt um eina tvífaldan av streymframleiðsluni.

Finn Jakobsen, stjóri í Magn, er hin gesturin í sendingini hesa vikuna (Mynd: Televarpið)

Privatu húskini fáa ágóðan av frælsisgerð
Privatu orkuveitararnir eftirlýsa í sendingini, at landsstýrið í broytingunum í elveitingarlógini og uppskotinum til broyttan elmarknað tryggja veruliga frælisger av marknaðinum. At privatu orkufeløgini fáa høvi til at stimbra undir gongdina framímóti eini grønari orkunýtslu. Tí hetta vil gagna privatkundunum, sum í dag ikki eru við í grøna orkuskiftinum. Bæði Gunnar Nielsen og Finn Jakobsen vísa á, at tað serliga eru tey vælbjargaðu, sum í dag skifta til grønari og bíligari orkukeldur. Hetta tí at tað er so kostnaðarmikið.

“Vit síggja fyri okkum ein leist, har vit sum veitari geva øllum kundunum hóskandi pakkaloysnir, har tey ikki nýtast sjálvi at fíggja stóru íløguna á 150-250.000 krónur í grønar hitaloysnir” greiðir Finn Jakobsen frá. “Í staðin kunnu vit bjóða pakkaloysnir, har tú rindar eitt fast mánaðargjald eftir umleggingina til grøna orkuloysn. Á tann hátt kunnu vit fáa allar inntøkubólkar við og øll fáa eina nøktandi tænastu.”

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30. Hinar 22 sendingarnar eru tøkar á heimasíðuni www.tv.fo.