Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klænasta hotell í heiminum

Eitt nýtt hotell í Indonesia roynir at ogna sær heitið “klænasta hotell í heiminum”.

Eigarin sigur tó at tað er ikki bert er fyri at seta heimsmet, men fyri at seta sjóneykuna á lítla býin, sum hann kallar sítt heim og fyri at fáa altjóða vitjandi til býin.

Ary Indra vaks upp í Salatiga á Java í Indonesia. Tá hann var útlærdur arkitektur arbeiddi hann í Jakarta og Singapore, men føldi at hann skuldi flyta heimaftur til Salatiga og brúka sína serfrøði har.

Hann fann eitt grundstykki, sum eingin vildi hava vegna støddina og har bygdi hann PituRooms, eitt hotell, sum hevur 7 kømur (Pitu merkir 7 á Javanesiskum) og sum einans er 2,80 m breitt.

Myndir síggjast her:

https://edition.cnn.com/travel/skinniest-hotel-piturooms-java-indonesia-intl-hnk/index.html