Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Blue Lagoon stongd til 30. November

Eftir ætlan skuli Blue Lagoon í Íslandi bert steingja í eina viku, frá 9. Til 16. November, men sum støðan er í umráðnum, so er gjørt av at leingja hetta til 30. November og hetta umfatar Blute Lagoon, Silica Hotel, Retreat Hotel, Retreat Spa og matstovurnar Moss og Lava.

Vit ynskja ikki at órógva okkara vitjandi og starvsfólk nú so nógvir jarðskjálvtar eru og útlitini fyri at tað fer at goysa eisini eru, so valdu vit at seta teirra trygd í hásætið.

Nógv virksemi er í Svartsengi í løtuni har arbeitt verður dag og nátt við at byggja forðingar nú útlit eru fyri at tað fer at goysa.

Kelda: Icelandmonitor mbl.is