Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ótolandi hitabylgja í Brasil

Ávaringar eru farnar út til næstan 3000 býir í Brasil, har ein óhoyrd hitabylgja herjar.

Sunnudagin vóru tað heili 42,5 hitastig í Rio de Janeiro, tað hægsta í november, og við slagari luft týsdagin føldist tað sum tað vóru 58,5 hitastig siga mynduleikar í økinum.

Fleiri enn 100 milliónir fólk eru ávirkaði av hitabylgjuni, sum væntandi heldur áfram til fríggjadagin.

Tað er El Niño og veðurlagsbroytingarnar, sum fáa skyldina fyri hetta.

Í Sao Paulo var miðalhitin 37,3 C týsdagin seinnapartin.

Meira kann lesast her:

https://www.bbc.com/news/world-latin-america-67422663