Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir nýggir FM-vinnarar

Hjá monnunum sigraði Ingi Højsted sannførandi á Jón Brekku, og hjá kvinnunum gjørdist Sessie Maria Holm FM-vinnari fyri fyrstu ferð

FM í tennis í ár hevði við sær tveir spildurnýggjar FM-vinnarar.

Hjá monnunum sigraði Ingi Højsted sannførandi á Jón Brekku 6-0 6-2, og kann sostatt kalla seg føroyameistara fyri fyrstu ferð.

Hjá kvinnunum var eisini nýggjur FM-vinnari, tí Sessie Maria Holm, sum fyri fyrstu ferð hevur luttikið í FM, vann eisini sannførandi finaluna móti Katrin á Neystabø 6-0 6-0.

Sanniliga eru broytingartíðir í føroyskum tennis.

Í B-finaluni hjá monnum vann Bjarni Wardum sannførandi sigur á Stefani í Skorini, 6-3 6-0, og í B-finaluni hjá kvinnunum vann Sonja Thomassen móti Barbaru á Rógvu 7-5 6-4.

Hjá Seniorum 70+ endaði tað við, at Krisjan Christiansen og Holger Arnbjerg spældu avgerandi dystin, sum Krisjan vann 6-3 6-2.

Vit ynskja sjálvandi øllum vinnarunum og silvur-vinnarunum hjartaliga til lukku við góðu úrslitinum og gleða okkum til eitt nýtt kappingarár komandi ár“.