Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur eitt tepurt tap

Tað gongur ikki illa hjá føroysku telvarunum í krútsterku EM-stevnuni í Montenegro, tó at vit hava tapt allar dystirnar higartil

Triðja dagin á rað taptu okkara menn 2½-1½. Hesaferð møttu vit eykamonnunum hjá vertstjóðini. Tað endaði aftur javnt á trimum av fýra borðum. Men so tapa vit fjórða talvið og harvið dystin.

Í gjár var tað Rógvi Egilstoft, sum lá eftirá. Rógvi hevur annars verið ósigraður í kappingini higartil. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á fremstu trimum borðunum, men mótstøðuliðið er bara eitt pláss ovari enn vit í styrkismetingini.

Martin Poulsen fekk eitt kærkomið remis í gjár. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistara við væl hægri styrkitali, men í gjár hepnaðist tað, sum mishepnaðist í fyrradagin.

Høgni og John halda fast um góðu gongdina, og fingu báðir remis.

Føroyska liðið hevur ongan tiltaksmann í Montenegro. Hesir fýra mugu tí telva allar níggju dystirnar fyri Føroyar. F. v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

4. umfar – 14. november (EM Montenegro)

Bo.36  Faroe IslandsRtg35  Montenegro CRtg1½:2½
18.1FMNielsen, Hogni Egilstoft2387IMKalezic, Blazo2401½ – ½
18.2FMPoulsen, Martin2291IMKrivokapic, Marko2386½ – ½
18.3FMEgilstoft, Rogvi2254 Draganic, Veljko22940 – 1
18.4IMRodgaard, John2281 Miletic, Vuk2190½ – ½

Skotland í morgin

Í fimta umfari í dag fær føroyska liðið ein týðandi lykladyst. Vit møta Skotlandi, sum er annað av liðunum í kappingini, ið er styrkismett aftari enn vit. Skotar hava ikki allar sínar fremstu telvarar við í Montenegro. 

Altjóða meistarin Andrew Muir, sum er á 1. borði, er í løtuni nummar sekstan á skotska styrkilistanum. Sterkasti telvari í Skotlandi er stórmeistarin Jonathan Rowson. Hansara styrkital er 2538. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, hevur styrkitalið 2548. 

Les eisini...  Stjørnuleikarin skifti til spanska stórfelagið

Spenningur

Tað gongur annars javnt á í oddastríðnum. Týskland, Armenia og Pólland eru fremst, men fleiri lond anda í nakkan á teimum.

Úrslit í gjár:

Týskland-Pólland 2-2

Holland-Rumenia 2-2

Armenia-Ísrael 3-1

Kroatia-Aserbadsjan 2½-1½

Turkaland-Ongland 1½-2½

Grikkaland-Spania 2½-1½

Frakland-Italia 1½-2½

Finnland-Norra ½-3½

Ísland-Ungarn 1½-2½

Danmark-Belgia 3-1

Svøríki-Albania 3-1

Kosovo-Skotland 3½-½

Kelda: Talvsamband Føroya