Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Harðskapur í miðbýnum i Havn um vikuskiftið

Harðskapshendingin varð meldað til løgregluna í gjár. Eisini fekk ein útlendingur bót fyri at hava hassj uppiá sær og so varð ein hondgranat funnin í Vágum

Í gjár fekk Føroya Politi eina fráboðan um harðskap í miðbýnum í Havn, sum hendi um fýra-tíðina sunnumorgunin.

Her skal ein maður vera sligin í høvdið, og hann valdi tí at melda málið í gjár.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at eingin er handtikin í hesum máli, men at málið verður kannað í løtuni.

Tá eitt flogfar hjá Atlantsflog lendi í gjár, fann løgreglan hassj, sum eitt útlendskt ferðafólk hevði uppiá sær. Talan var um eina eina lítla nøgd, trý gramm, ið ferðafólkið helt var loyvt at hava við til Føroya.

Ferðafólkið fekk eina bót fyri at hava hassj uppiá sær, og slapp síðan víðari á síni ferð her í Føroyum.

Vaktleiðarin greiðir eisini frá, at ein hondgranat frá Seinna Veraldarbardaga varð funnin í haganum vesturi í Vágum í gjár. Hetta var umleið tveir kilometrar frá flogvøllinum, men annars í lendi, har fólk ikki vanliga ganga, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan boðaði beinavegin Arktisk Kommando frá hesum, og nú er tað Arktisk Kommando, sum skal taka sær av hesum málinum.