Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brot á FFP: Everton missir tíggju stig

Everton hevur í dag fingið eina søguliga revsing. Bláa felagið á Merseyside hevur mist tíggju stig

Everton hevur í dag mist tíggju stig, og liggur nú á einum 19. plássi í Premier League – nú bert við fýra stigum.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at eitt Premier League felag missir so nógv stig.

Felagið hevur verið undir illgruna fyri at hava brotið Financial Fair Play-reglarnar, og tað hevur nú kostað felagnum tíggju stig. Hetta ger, at Everton nú er undir niðurflytingarstrikuni.

Tað kunnger Premier League á sínari heimasíðu.

Financial Fair Play gongur í stuttum út upp á, at eitt fótbóltsfelag ikki kann brúka meiri pening, enn felagið fær inn í inntøkum.

Everton hevur longu sagt, at felagið ætlar at kæra hendan “dómin”, sum felagið hevur fingið, og at leiðslan í felagnum er bilsin um hesa avgerð.

(Greinin heldur fram undir videobrotinum)

Tað er ein uttanveltað nevnd, ið hevur viðgjørt hetta málið, og ikki Premier League sjálvt.

Fótbóltsserfrøðingar eru eisini bilsin um hesa avgerð – sæð í ljósinum av, at bæði Chelsea og serliga Manchester City hava verið skuldsett fyri at hava brotið FFP-reglarnar, har serliga Manchester City hevur 115 ákærur um brot á FFP-reglar hangandi yvir sær.

Manchester City ákært fyri fleiri brot á Financial Fair Play
Premier League ákærdi í februar í ár Manchester City fyri fleiri brot á Financial Fair Play.

Ákæran ljóðar upp á 115 brot á Financial Fair Play-reglarnar yvir eitt tíðarskeið upp á níggju kappingarár.

Ein ákæra ljóðar upp á, at City ikki hevur givið eina rættvísandi mynd av búskapin hjá felaganum, tá tað kemur til inntøkur og rakstrarútreiðslur.

Les eisini...  Besta árið hjá 07 Vestur nakrantíð

Ein onnur ákæran er, at felagið ikki hevur upplýst allar detaljur um løn til venjarar og spælarar í sáttmálunum. Millum annað skal Roberto Mancini, sum var venjari frá 2009-2013 hava fingið eins nógva løn undir borðið, sum hann alment skal hava fingið, sambært sínum sáttmála.

Eisini hevur felagið ikki samarbeitt við Premier League síðan desember í 2018, har felagið ikki hevur latið øll skjøl og upplýsingar, sum Premier League hevur spurt eftir – hetta í samband við eftirlit.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at City hevur verið undir ákæru. Í 2020 broytti ítróttargerðarrætturin, CAS, ein dóm, eftir at UEFA annars var komið fram til at Manchester City hevði brotið fleiri Financial Fair Play-reglar í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2016.

Síðan hesa ákæru, hevur ikki verið nógv at hoyrt um hetta málið.