Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú fáa vit eitt príseftirlit

Kappingareftirlitið skal eftir ætlan fáa betri amboð til at halda eygu við prísi og kapping til frama fyri brúkaran

Leingi hava fólk sóknast eftir einum príseftirliti, og nú er líkt til, at tað kemur.

Uppskot er lagt fyri Løgtingið, at geva Kappingareftirlitinum fleiri amboð og soleiðis syrgja fyri, at kappingin á marknaðinum altíð virkar, sum hon skal.

Við hesum uppskotinum skal fyribyrgjast, at fyritøkur taka óneyðuga høgar prísir við óvanliga høgum vinningi fyri eyga.

Millum annað skal Kappingareftirlitið fáa heimild til at fremja marknaðargreining til tess at forða fyri, at atferð ella viðurskifti á einum marknaði millum annað kann elva til høgan prís ella høgan vinning.

Lógarbroytingin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2024.