Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mikkjal Thomassen skal fyri rættin í komandi viku

Ákærin valdi av sínum eintingum at reisa ákæru móti Mikkjali Thomassen, sum er ákærdur fyri í tveimum førum at hava sett fram hóttanir. Rættarmálið móti Mikkjali Thomassen skuldi vera í mai, men varð útsett, tá verjin gjørdist sjúkur

Í komandi viku byrjar rættarmálið móti fyrrverandi KÍ-venjaranum, Mikkjali Thomassen, ið er ákærdur fyri 18. september í fjør at hava ført fram hóttanir móti tveimum fólkum í býnum í Havn.

Sambært ákæruritinum, sum FM1 hevur fingið innlit í, er Mikkjal Thomassen ákærdur fyri at hava hótt ein Betri-deildar fótbóltsspælara í matstovuni The Tarv í Havn, har Mikkjal Thomassen skal hava trýst fótbóltsspælaran í bringuna við nevanum og sagt, at hann skuldi smildra beinini á fótbóltsspælaranum sundur, og at hann skal oyðileggja fótbóltskarrieruna og sivilkarrieruna hjá honum.

Harumframt er Mikkjal Thomassen ákærdur fyri seinni um náttina, á skeinkistaðnum Essabarr í Havn, at hava hótt ein fótbóltsdómara í Betri deildini, hesa ferð aftur við at trýsta ein neva í bringuna á honum og koma við hóttandi útsagnum.

Ákæruvaldið valdi av sínum eintingum at reisa ákæru móti Mikkjali Thomassen. Málið skuldi koma fyri Føroya rætt í mai, men varð tá útsett, tá verjin, Torben Koch, gjørdist sjúkur.

Tveir dagar eru settir av til málið.