Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Snoop Dogg: Eg eri givin at roykja

Snoop Dogg, sum er kendur fyri sera stóra nýtslu av marijuana, sigur nú at hann er givin at roykja.

Hip Hop stjórnan, sum á papírinum eitur Calvin Broadus, kom við hesum yvirraskandi boðum á sosialu miðlunum.

Nú eg havi hugsað um og tosað nógv við mína familju, havi eg gjørt av at leggja av. Vinarliga respektera mína avgerð og lata meg vera í frið, skrivaði hann á Instagram og X.

Hann greiddi ikki frá í djúptini hvat hann gavst við at roykja ella um hann meinti tað í álvara.

Nakrir Snoop-Dogg fjepparir hildu at hetta var ein marknaðar ætlan fyri hansara hamp (kannabis) fyritøku Leafs By Snoop.

Meira kann lesast her:

https://www.bbc.co.uk/news/articles/c3g21x5yp81o