Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólkaheilsustýrið: Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar

Nýggj kanning vísir, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri prosentpartur enn í hinum Norðurlondunum. Gongdin í grannalondunum hevur leingi verið, at alt færri fólk roykja, men hjá okkum stendur at kalla í stað

Hetta vísa nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum úr stóru fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?” frá í heyst. Omanfyri 5.000 føroyingar millum 18 og 85 ár luttóku í kanningini. Somu kanningar frá 2015 og 2019 vístu, at ávikavist 19 prosent og 17 prosent av føroyingum royktu hvønn dag, so støðan er so at siga óbroytt.

Á øðrum plássi fyri dagligar roykjarar í Norðurlondum liggur Danmark við 12 prosent, sum er heili seks prosentstig lægri enn í Føroyum. Í hinum endanum liggja Svøríki og Ísland, har seks prosent av fólkinum siga seg roykja dagliga.

Ørkymlandi tøl
– Støðan er ørkymlandi, tí vit vita, hvussu vandamikil royking er fyri heilsuna, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. – Vit eiga tí at taka hesi tølini í størsta álvara og arbeiða miðvíst við átøkum, sum kunnu minka um roykingina millum føroyingar.

Sambært kanningini eru fleiri kvinnur enn menn, sum roykja dagliga – ávikavist 19 prosent og 17 prosent. Flestu dagligu roykjararnir hjá kvinnunum eru í aldrinum 35-54 ár, har uml. fjórða hvør kvinna roykir. Hjá monnunum liggur tað meira javnt, og um fimti hvør maður millum 25 og 64 ár roykir hvønn dag.

Í yngstu aldursbólkunum tykist gongdin vera ein onnur, og hjá teimum 18-24 ára gomlu eru tølini týðiliga fallandi. Verður samanborið við 2015 er talið á dagligum roykjarum hjá monnum minkað niður í eina helvt (tíggju prosent) og hjá kvinnunum niður í ein triðing (sjey prosent). Umráðandi er tó at leggja afturat, at tølini fyri aðrar nikotinvørur hjá hesum aldursbólkinum samstundis vaksa greitt sambært somu kanning. Hesi tølini verða klár at leggja fram seinni í vár.

Les eisini...  Ver virkin í 31 dagar

Hugburður til royking
Tað góða er, at omanfyri 80 prosent av teimum, ið roykja hvønn dag, siga, at tey fegin vilja leggja av. Kanningin spyr eisini um hugburð til ymisk fyribyrgingarátøk í sambandi við royking og sølu av tubbaki, og umleið triði hvør heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um sølan av tubbaki varð avmarkað til at fara fram á útvaldum støðum so sum einum tubbakshandli e.l.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um royking eru at finna á https://folkaheilsustyrid.fo/kunning/77

Fólkaheilsustýrið