Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stolni bilurin funnin aftur

Eigarin av bilinum hevur fingið eina bót fyri at lata billykilin vera í bilinum

Í gjáranáttina varð ein bilur stolin í Havn, tá eigarin av bilinum vaknaði, tá bilurin – sum hevur hol á útstoytinum – startaði og koyrdi avstað úr túninum hjá eigaranum av akfarinum, ein Peugeot 407.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá í morgun, at bilurin var skjótt funnin aftur í gjár – ikki so langt burturi frá staðnum, har hann varð stolin.

Løgreglan veit ikki, hvør hevur tikið bilin, men eigarin av akfarinum er nú skuldsettur fyri ikki at tryggja bilin á tann hátt; tað vil siga, at bileigarin ikki hevði læst bilin og latið billykilin vera í bilinum, so tað fær eigarin av akfarinum eina bót fyri.

Sólin blendaði bilførara
Í gjáramorgunin koyrdi ein bilur á ein parkeraðan trailara.

Hetta var i Suðuroynni.

Tann, sum koyrdi, segði, at rísandi sólin blendaði hann.

Tað hendi eingin fólkaskaði, og bert lítil materiellur skaði.