Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias: Eg ætli mær at vera meira aggresivur

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við unga verjuskansan, Andrias Edmundsson dagin fyri EM-undankappingardystin millum Albania og Føroyar. Andrias er hóast góð skoðsmál ikki heilt nøgdur aftaná dystin móti Noregi. Hann slær fast, at hann ætlar at vera meiri aggresivur og nærlagdur við sínum verjuspæli. Petur Asbjørn sigur beinleiðis frá dystinum millum Albania og Føroyar. Dysturin byrjar mánakvøldið klokkan 19,45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45 aftaná tíðindini eru endursend.

Mynd: FSF