Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannes ætlar at Føroyar skulu oyðileggja albansku veitsluna

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen, ið slær fast, at Føroyar skulu fara á vøllin fyri at oyðileggja albansku veitsluna, nú albanar longu hava vunnið seg víðari til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar. Petur Asbjørn sigur beinleiðis frá dystinum millum Albania og Føroyar. Dysturin byrjar mánakvøldið klokkan 19,45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45 aftaná tíðindini eru endursend.