Hoyr fótbóltspanelið sum okkara reportari, Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri niðri í Tirana í Albania dagin fyri EM-undankappingardystin móti Albania. Teir sum mannaðu panelið vóru Jógvan Skeel Nolsøe, Kringvarp Føroya, Tróndur Arge, in.fo og Ellivu, Jákup Ósá, bolt.fo og Norðlýsið, og Agnar Prestá, Portalurin. Petur Asbjørn sigur beinleiðis frá dystinum millum Albania og Føroyar. Dysturin byrjar mánakvøldið klokkan 19,45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45 aftaná tíðindini eru endursend.
Mynd: Petur Asbjørn Lervig
