Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

14 granskarar lokið skeið um havklima og vistskipanir

Skeiðið, ið hevur heitið "Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic", snýr seg um, hvussu broytiliga havumhvørvið ávirkar vistskipanir í Norðureysturatlantshavi

14 granskarar og granskaralesandi hava lokið skeið um havklima og vistskipanir, sum granskarar á Havstovuni og á DTU Aqua hava skipað fyri í samráði við umsitingina á Fróðskaparsetrinum.

Skeiðið, ið hevði heitið “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic”, snúði seg um, hvussu broytiliga havumhvørvið ávirkar vistskipanir í Norðureysturatlantshavi – alt frá plantu- og djóraæti, til nebbasild, botnfisk, uppsjóvarfisk, fugl og hval.

Skeiðið var serliga ætlað ph.d.-lesandi undir granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi (MARiNAO). MARiNAO fíggjar bert granskarar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, men fyri at økja um altjóða samstarvið vóru granskarar og granskaralesandi úr øðrum londum eisini boðin við.

Meðan undirvíst varð í sjófugli og hvali á skeiðnum, kom ein bólkur av springarum inn á Gøtuvág, og næmingarnir fingu høvi at merkja springarar. Ferðaleiðin eftir merkingina sæst her.

Kelda: hav.fo.