Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýstovnað felag ætlar at gera ein mentanardepil í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. novembur 2023 at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 03. nov í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot

Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein, ið eigur megi at draga fólk til sín og savna fólk úr øllum heraðshornum.

Tað verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og góðum stuttfluttum mati í hesum serstakliga vakra og hugnaliga umhvørvi.

FAKTORHÚSINI VERÐA SKRIVSTOVA, FYRILESTRARHØLI OG KAFFISTOVA.

Faktorhúsini verða umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið.

Í uppskotinum verður lagt upp til nakrar broytingar í innrættingini. Tað er umráðandi fyri ætlaðu nýtsluna og verður gjørt við virðing fyri søguliga virðinum og byggilistini í húsunum. Ætlanin er, at faktorhúsini skulu nýtast til skrivstovu, fyrilestrarhøli og kaffistovu.

(Mynd: ZETA arkitektar)

FYRILESTRARHØLI

Eystara lonin er ætlað til kaffistovu og fyrilestrarhøli. Lagt verður upp til at gera nakrar broytingar í hesum partinum á húsunum soleiðis, at eitt stórt avlangt rúm fæst burturúr, sum er rúmligt og opið upp í tróður. Rúmið verður innrættað við nýggjum sniðgivnum innbúgvi s.s. stólum og lampum, ið greidliga skilja seg frá dáminum á husunum annars.

(Mynd: ZETA arkitektar)

KAFFISTOVA

Miðlonin í faktorhúsunum verður umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið og nýggjur køkur og vesi gerast.

Miðlonin er, umframt at vera bindiliður millum lonirnar, eisini móttøka.

(Mynd: ZETA arkitektar)

SKRIVSTOVA

Vestara lonin í faktorhúsunum verður umvæld og innrættað sum skrivstova við plássi til 2-4 starvsfólk.

(Mynd: ZETA arkitektar)

PAKKHÚSIÐ VERÐUR GJØRT TIL FYRILESTRAR OG TILTØK

Pakkhúsið verður umvælt í samsvari við upprunaliga sniðið. Viðurin verður reinsaður, húsini bjálvað uttan, og flag lagt á tekjuna. Við hesum umvælingum fáa húsini bæði ein felags dám, og tá ið túnið er steinsett, og vøksturin kring húsini er komin fyri seg, verður staðið sjónligari sum ein søguligur býlingur í bygdini. Lagt  verður upp til at verandi innveggir og hæddarskilnaðurin verður tikin niður, so opið verður upp í tróður.

Les eisini...  Innflutningurin heldur fram at minka

Ætlanin er, at pakkhúsið skal nýtast til fyrilestrar, skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið fólk kunnu leiga húsið til. Suðureftir er ætlanin at gera 3 stór vindeygu, sum líkjast opnum neystalúkum.

Á myndini er víst støða við skeiðsvirksemi í bygninginum

(Mynd: ZETA arkitektar)

Uppskotið er treytað av at loyvi fæst til neyðugu broytingarnar

Í uppskotinum er lýst, hvussu ognirnar á Fitjum verða brúktar, og hvørjar ábøtur eru neyðugar, skulu húsini kunna tæna tí endamáli, uppskotið miðar eftir.

Uppskotið er tí treytað av, at friðingarmyndugleikin loyvir neyðugum broytingum.

Bygdarráðið fer nú at gera sítt til, at verkætlanin kann gerast veruleiki.