Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kærleiksportrið – eitt prýði í Havnini

Nú um dagarnar er Havnin blivin ríkað við einari nýggjari býarmynd.  Talan er um Kærleiksportrið, niðarliga við Havnará, yvirav Løgtinginum, sum MEST hevur framleitt í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Vit eru ógvuliga errin at hava ein leiklut í at kynda undir serstaka jólahugnan í Havnargøtum. Kærleiksportrið hevur longu fingið sera góða móttøku millum fólk, og MEST samgleðist um hetta vakra prýði.