Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Styrkja rættarskipanina í Føroyum

Rættarskipanin í Føroyum verður styrkt við 8,7 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2024-2027. Sum liður í avtalu millum donsku stjórnina og flokkarnar á Fólkatingi hava fundir eisini verið millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og danska løgmálaráðharran Peter Hummelgaard um at styrkja rættarskipanina í Føroyum. Fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg hava eisini virkað fyri málinum og tikið lut á fundum.

Við nýggju avtaluni, sum viðvíkur fíggjarviðurskiftum hjá øllum dómstólunum, verður meira orka sett av til ávísar avbjóðingar, sum føroyska rættarskipanin hevur havt.

Avtalan tryggjar millum annað eina uppraðfesting í kunningartøkni í sambandi við revsi- og skiftimál. Samstundis verður tøknilig greining gjørd av tørvum og møguleikum fyri betraðum kunningartøkniligum viðurskiftum innan ávís mál, sum koma fyri í Føroya Rætti.

Ein ætlan við støði í hesi greining skal leggjast fram fyri árslok 2025. Harafturat skal eisini í Føroyum verða møguligt at brúka talgildu tænastuna “minretssag.dk” í sambandi við rættarmál. Yvirhøvur er talan um átøk, sum skulu javnseta talgildu tænastuna í Føroya Rætti við tænasturnar í donskum dómstólum.

Økta játtanin til føroysku rættarskipanina verður eisini brúkt til fleiri starvsfólk við tí fyri eyga at minka um bíðitíðir og fyri at skunda undir viðgerðirnar.

Í Danmark verða tiltøk sett í verk fyri at gera rættargang einfaldari sambært tilmælum frá Rørdamnevndini og danska rættargangsráðnum. Landsstýrið og danska løgmálaráðið fara saman at meta um hvørt tað er viðkomandi at seta somu tiltøk í verk í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sigur:

  • Eg eri sera væl nøgdur við, at partarnir hava gjørt av at styrkja og framtíðartryggja føroysku rættarskipanina. Ein av avbjóðingunum hjá Føroya Rætti hevur atgongdin til KT-skipanir í framtíðini, sum er ein fyritreyt, fyri at vit í Føroyum kunnu blíva við at halda málsviðgerðartíðirnar niðri. Væl virkandi og tíðarhóskandi KT-skipanir hava sostatt stóran týdning fyri rættartrygdina. Eg síggi eisini fram til, at tá arbeiðið við at kortleggja tørvir og møguleikar er liðugt, verður tíð og orka sett av til at menna neyðugu loysnirnar.

Danski løgmálaráðharrin Peter Hummelgaard sigur:

  • Jeg er enormt glad for, at vi med denne flerårsaftale bl.a. tager initiativ til en styrkelse af Retten på Færøerne. Det er vigtigt for mig, at der ikke sker en skævvridning af domstolene, og at der arbejdes for, at Retten på Færøerne følger standarden ved retterne i Danmark, så borgere og virksomheder på Færøerne oplever samme serviceniveau ved deres domstol som ved de danske domstole. Jeg sætter stor pris på de konstruktive drøftelser, som jeg har haft med mine færøske kollegaer om, hvordan vi bedst muligt tager hånd om de udfordringer, som Retten på Færøerne ser ind i over de kommende år.

Sjúrður Skaale fólkatingslimur sigur:

  •  Eg fegnist um tilgongdina í sambandi við fíggjarviðurskiftini hjá dómstólunum, har vit hava sæð forstáilsi, vælvilja og konstruktivt samskifti frá øllum pørtum. Eg vænti sjálvandi, at Færoya rættur verður javnsettur við aðrar dómstólar í ríkinum – eisini á KT økinum. Týdningarmest fyri meg er tó at føroyska landsstýrið og landsstýrismaðurin, sum varðar av økinum, eru nøgd við avtaluna.

Anna Falkenberg fólkatingslimur sigur:

  • Fyri meg og Sambandsflokkin he ur tað hægstu raðfesting, at Føroya rættur verður neyvt javnsettur við dómstólar í Danmark. Við hesi avtaluni taka vit eitt fet nærri einari javnstøðu í ríkisfelagsskapinum innan dómsvaldið. Eisini hevur tað týdning, at stjórnin velur at seta pengar av til starvsfólkaorku í Føroya rætti. Tað fer uttan iva at hava við sær, at viðgerðirnar blíva skjótari.

Lesið allan sáttmálatekstin her.
Lesið viðfesti um átøk viðvíkjandi Norðuratlantshavi her.