Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólkatingslimur: Uttanlandsnevndin skal skipast øðrvísi

Nevndarlimir í uttanlandsnevndini halda, at arbeiðið í nevndini eigur at verða skipað øðrvísi, og tað heldur føroyskur fólkatingslimur eisini

– Ja, Uttanlandsnevndin skal skipast øðrvísi.

Tað sigur fólkatingslimurin fyri Sambandsflokkin, Anna Falkenberg, í lesarabrævi.

Hon fegnist um, at aðrir flokkar eisini taka undir við, at Uttanlandsnevndin skal skipast øðrvísi og kunnast betri. Evnið var eisini uppi at venda í Breddanum í Kringvarpinum í gjár, har limir í uttanlandsnevndini vóru við í sendingini, og her tóku Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir við, at arbeiðið í nevndini skal skipast øðrvísi.

– Júst hetta ráddi Sambandsflokkurin á Fólkatingi eisini til í apríl í fjør, í frágreiðingini “Føroyar á geopolitiska heimskortið, skrivar hon.

– Í dag ásetur Stýrisskipanarlógin bert uttanríkismálaráðharranum at ráðføra seg við nevndina, tá ítøkiligar avgerðir skulu takast, og ikki kunna nevndina um generel uttanríkispolitisk viðurskiftir. Hinvegin skal danska stjórnin umrøða og kunna Uttanríkispolitisku Nevndina – UPN – á Fólkatingi um mál av uttanríkispolitiskum týdningi. Tískil kemur fyri, at UPN á Fólkatingi er væl betri kunnað um uttanríkispolitisk viðurskifti enn Uttanlandsnevndin, sigur hon.

Hon heldur, at tað er umráðandi, at tað er í tráð við, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm og eru komnar á geopolitiska heimskortið, at arbeiðið í Uttanlandsnevndini eisini verður skipað øðrvísi.

– Eg fegnist um, at tað nú tykist at vera breið politisk undirtøka í Føroyum fyri at at gera hesar broytingar, sigur Anna Falkenberg.