Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stúrin fyri at eldur var í Christianskirkjuni

Klaksvíkar Sløkkilið varð boðsent

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at roykur sást koma úr Christianskirkjuni í Klaksvík.

Hetta var klokkan 21.15 í gjárkvøldið.

Klaksvíkar Sløkkilið fekk boð at fara staðið, men áðrenn brandbilar komu á staðið, boðaði viðkomandi, ið hevði sæð roykin, frá, at tað vísti seg, at roykurin kom frá oljufýringini.

Oljufýringin bleiv koplað frá, og tað vísti seg, at tað var sera nógvur roykur inni í fýrrúminum, so tað handlaði bara um at lufta út og fáa roykin burtur aftur.

– Talan var bert um roykskaða, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Christianskirkjan varð vígd 7. juli 1963, tá hon kom ístaðin fyri gomlu kirkjuna í Klaksvík.

Kirkjan sjálv er bygd við føroyskum gróti.

Christianskirkjan víkir frá mongum øðrum føroyskum kirkjum, tá hugsað verður um byggisniðið. Kirkjan hevur einki torn, men seinni hevur kirkjan tó fingið torn, men tornið stendur á grasvøllinum við síðuna av kirkjuni.

Inni í kirkjuni eru svalar báðumegin í tveimum hæddum.

Í dag eru tað Hanus á Gørðum og Marjun Lómaklett, ið eru prestar við Christianskirkjuna í Klaksvík.