Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hálkan kom óvæntað

Fyri mong kom hálkan enn einaferð sum lundi á jólanátt. Men áðrenn hálkan kom, so var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í gjár

Tað gjørdist brádliga sera hált kring landið seint seinnapartin í gjár, men hóast hetta er tíðin, tá bæði kuldi og kavi vitjar um okkara leiðir, so kom hálkan óvart á mong, tí løgreglan fekk brádliga nógv uppkall frá fólki, sum høvdu trupulleikar í ferðsluni vegna hálku. Eisini fekk løgreglan nakrar fráboðanir um hálkuskaðar í ferðsluni.

Men áðrenn hálkan kom, gjørdi løgreglan eitt ferðsluátak á Glyvursvegnum á Argjum, har ferðin á akførum varð máld.

Hetta var um døgurðatíð í gjár.

– Trý mál vórðu skrivaði niður, og tá feilprosentið varð drigið frá, so vóru hesir tríggir bilarnir máldir til at hava koyrt ávikavist 68, 70 og 73 kilometrar um tíman. Tað vil siga, at tann, sum er skrásettur fyri at hava koyrt 73 kilometrar um tíman fær eitt klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Umframt hetta, so blivu eisini tvey mál skrivaði niður, har fólk brúktu fartelefon undir koyring. Eitt mál var í Havn og hitt var í Eysturoynni.

Seint seinnapartin fór tað at kava, og tað gjørdist hált ymsastaðni. Hetta førdi til nakrar smærri hálkuskaðar.

Eitt av hesum var eitt ferðsluóhapp, ið hendi á Villingardalsvegnum í Havn nakað yvir klokkan 17, har ein bilur – í undanbrekkuni – gleið á ein bil, sum so gleið á ein annan bil.

– Hesir tríggir bilarnir fingu nakrar snuddir, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, greiðir vaktleiðarin frá.

Lítla løtu seinni – klokkan 17.20 – varð boðað frá einum hálkuóhappi í Mylnugøtu í Klaksvík, nærhendis barnagarðin Mylnuhúsið, har ein bilur fór á glið og gleið á ein annan bil. Báðir bilarnir fingu nakrar snuddir. Av tí, at tað var so hált, varð boðað frá, at tey máttu hava hjálp at taka bilarnar burtur.

Les eisini...  Knústi egið innbúgv

Klaksvíkar Sløkkilið fekk boð at fara á staðið, men tá bilurin kom fram, tá var eingin bilur á staðnum. Annar bilførarin ringdi inn og boðaði frá, at bilførararnir báðir fóru at seta seg í samband við tryggingarfelag.

Løgreglan mælir á fólk at koyra eftir umstøðunum og reinsa rútarnar.

– Hava fólk Ikki reinsaðar rútar fyri frost og kava, so kann ein bæði fáa bót og klipp. Tað, at fólk ikki rudda og reinsa bilrútar fyri kava og frost taka ikki atlit til aðrar bilar, og tað er at seta fólk í vanda. Vit fara inn og taka mynd, um so er, at vit gera meira burturúr einum máli, har fólk ikki hava ruddað bilrútarnar fyri kava, greiðir vaktleiðarin frá.